Improvisatión er, tá dansarin dansar í einum løtubundnum samskifti, sum ikki er vant áðrenn. Løtan er tískil heilt autentisk. Í improvisatiónini brúkar dansarin sínar sansir, hugflog, impulsir og kenslur sum útgangsstøði fyri rørslu. Improvisatión er eisini ofta ein samrøða millum tveir ella fleiri dansarar.
"Kroppurin er altíð vakin í løtuni, her og nú. Við øllum sínum kyknum, milliónum av kyknum, fangar kroppurin hvørja einastu løtu, hvørt møti og persón, ið kemur tín veg; náttúru, ljóð, hita og kulda. Kroppurin sansar orku frá øllum livandi rundan um seg og goymir fleiri túsund minni.
Dansur er eitt av málum kroppsins. Ein hættur at samskifta. Við rørslum, koma minnir til sjóndar og gjøgnum sansirnir verða nýggjar rørslur skaptar".
Sí film: Trýst her
Comentarios